- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hasfjord siglir ikki meira í dag
Hasfjord siglir ikki meira í dag
Girið hevur eisini fingið skaða
10.05.2022 - 14:41
Strandfaraskipið Hasfjord fer ikki í sigling aftur í dag, eftir at kavarar hava verið niðri og skorið eitt traktordekk av skrúvuni.
Men Hasfjord slapp ikki so. Tí girið hevur eisini fingið skaða, og tí verður skipið tikið úr sigling, sigur Strandferðslan.
Hasfjord var um 10-tíðina í morgun á veg inn í Skopum, tá ið skipið fekk um skrúvuna og misti motororku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV