Partarnir kanna tøl og tilfar

Partarnir kanna tøl og tilfar
Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hava fund aftur seinni í vikuni
Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum, og Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.
 
09.05.2022 - 09:37

Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið samráðast enn um nýggjan sáttmála fyri tann, sum var til 1.apríl.

Fundur var fríggjadagin. 

Nú kanna partarnir tølini og tilfarið, sum er komið á borðið, og hittast so aftur seinni í vikuni.

 

Longdir til á midnátt

Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini halda fram at samráðast í dag.

Sáttmálarnir eru aftur longdir nú, hesaferð til á midnátt í kvøld. 

Teir vóru galdandi til 1.mai, men vera brúktir so leingi, samráðingar eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109