- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øssur Hansen givin sum B68-venjari
Øssur Hansen er ikki longur venjari hjá B68. Hann hevur í dag boðað nevndini í felagnum frá, at hann fer úr starvinum, skrivar in.fo.
Fyrrverandi stórspælarin sigur, at besta liðið hevur góðan hóp, men at hann ikki hevur neyðugu orkuna í løtuni at røkja starvið til fulnar.
- Leikararnir hava brúk fyri einum venjara, sum er fullur í orku og førur fyri at venda gongdini, og eg kenni meg ikki at hava neyðugu orkuna í løtuni, sigur Øssur Hansen sambært in.fo.
Nevndin harmast um avgerðina hjá Øssuri Hansen og skal nú finna nýggjan venjara.
B68 liggur í løtuni á níggjunda plássi í Betri-deildini við fimm stigum fyri níggju dystir. Liðið hevur ikki fingið stig síðstu fimm dystirnar og er eisini útsligið í steypakappingini.