Útflyta minni til Russlands, men meira til onnur evropeisk lond

Útflyta minni til Russlands, men meira til onnur evropeisk lond
Í mars í ár fór eingin alifiskur úr Føroyum til Russlands, bara uppsjóvarfiskur, men tann útflutningurin er minkaður nógv
Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er nógv minkaður.
Mynd: Savnsmynd  
 
06.05.2022 - 10:13

Útflutningurin til Russlands minkaði nógv í mars, vísa nýggjastu tølini, sum Hagstovan hevur kunngjørt.

Hann var 74 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutt til Russlands fyri 217 milliónir krónur.

Í mars í ár fór eingin alifiskur úr Føroyum til Russlands, bara uppsjóvarfiskur, men tann útflutningurin er minkaður nógv.

 

20 mió. kr. í olju

Í mars keyptu russisk skip olju fyri 20 mió. kr. í Føroyum.

Men útflutningurin til onnur lond í Evropa vaks í mars. 

Hann var 740 milliónir krónur. Í mars í fjør var hann 445 milliónir krónur.

Ongantíð áður er so nógv útflutt til Evropa í einum mánaði.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109