Tey flestu vilja varðveita tunnilsgjaldið

Tey flestu vilja varðveita tunnilsgjaldið
Gallup hevur spurt 522 fólk fyri in.fo
Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri in.fo, vísir, at nógv tey flestu av teimum spurdu vilja varðveita tunnilsgjaldið.
 
04.05.2022 - 13:00

Nógv tann størsti parturin av føroyingum vil framhaldandi hava eitt brúkaragjald á Vága- og Norðoyatunlunum.

Tað vísir ein spurnarkanning, sum Gallup hevur gjørt, og sum heimasíðan in.fo endurgevur.

Í kanningini eru 522 tilvildarliga vald fólk spurd í døgunum 13.-29. apríl, um tað framhaldandi skal vera eitt gjald til viðlíkahald fyri at koyra gjøgnum tunlarnar báðar.

Og niðurstøðan er ógvuliga greið, sambært Gallup.

 

90 prosent vilja varðveita gjaldið

Tað siga, at 90 prosent av teimum spurdu seg taka undir við at varðveita gjaldið, meðan 10 prosent siga, at tað skal vera ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum.

Av teimum spurdu í Vágum og í Norðoyggjum, eru tað bert ávikavist 20 og 22 prosent, sum siga, at tað skal vera ókeypis at koyra í tunlunum.

Mest avgjørd eru tey á Sandi, har 100 prosent av teimum spurdu siga, at tað framhaldandi skal vera eitt gjald til viðlíkahald í Vága- og Norðoyatunlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109