- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Kjak um tiltøk móti Russlandi
Líka síðani innrásina hjá Russlandi í Ukraina 24. februar, hevur politiski myndugleikin í Føroyum umrøtt aftur og fram, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk móti Russlandi. Nú, næstan hálvantriðja mánað eftir, er framvegis ógreitt, um nøkur tiltøk í heila tikið verða setta í verk, tíansheldur hvørji talan verður um.
Tað seinasta er, at málið er tikið úr hondunum á landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Jenisi av Rana, og at Løgtingið nú hevur síðsta orðið, um tiltøk skulu setast í verk ella ikki.
Greining og orðaskifti
Hetta er evnið í Breddanum í dag, har vit fara at spyrja politiskan greinara, hvussu hann sær politisku gongdina í hesum málinum og handfaringina av tí. Eisini fara vit at hoyra frá Elini Mortensen, sendikvinnu í Brússel, hvørji tiltøk ES hevur sett í verk, og hvørji møguliga koma afturat.
Síðani fáa vit fimm løgtingsfólk í uttanlandsnevndini í útvarpsstovuna at umrøða og kjakast um málið við møguligum tiltøkum móti Russlandi.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.