- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB snávaði aftur - KÍ-leiðslan økist
07 Vestur skelkaði HB, tá Høgni Egilstoft Nielsen javnaði til 2-2 í yvirtíðini og tók tvey stig frá heimaliðnum.
HB var annars frammanfyri 2-0 við máli frá Stefani Radosavljevic og einum sjálvmáli, men eftir steðgin minkaði Ronni Møller-Iversen við brotssparki, áðrenn Høgni Egilstoft Nielsen javnaði í síðstu løtu. HB skoraði til 3-2 í allarseinastu løtu, men málið varð kolldømt fyri rangstøðu.
Mótmælini frá HB-spælarunum eftir dystin vóru hørð og Teitur Gestsson fekk reyða kortið.
Í hinum dystinum í Betri-deildini í dag vann NSÍ týðandi sigur í grannauppgerðini ímóti Skála. Klæmint Andrasson Olsen, sum veruliga er komin í gongd við málskjótingina, skeyt bæði málini fyri runavíkingar, áðrenn Jan Ingason Hansen minkaði um munin til endaligu støðuna, 2-1.
KÍ vann toppdystin
Víkingarnir royndu tað, teir kundu og bitu eisini væl frá sær, men megnaðu til endans einki at gera við KÍ, sum vann toppdystin við Djúpumýru í gjár við einum máli.
Páll Klettskarð, sum er glóðheitur í løtuni, skeyt avgerandi málið í 55. minutti. Framherjin hevur skotið 9 mál í landskappingini.
Í gjár vann B36 eisini trygt á AB, meðan EB/Streymur knógvaði B68 við Margáir.
Úrslit:
EB/Streymur - B68, 2-1
AB - B36, 0-3
KÍ - Víkingur, 1-0
HB - 07 Vestur, 2-2
NSÍ - Skála, 2-1