- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir føroyingar á russiska svartalistan
Tríggir føroyingar eru komnir á svarta lista hjá Russlandi.
Tað gjørdist greitt seint seinnpartin í dag, tá ið russiska stjórnin kunngjørdi tað á heimasíðu.
Ógreitt er, hvørjir hesir føroyingarnir eru.
Aftursvar
Russiska uttanríkisráðið sigur á heimasíðuni, at í sambandi við tiltøk frá Íslandi, Norra, Danmark, Grønlandi og Føroyum, tá tey hava tikið undir við handilstiltøkum hjá ES, har tey eitt nú hava sett tiltøk í verk móti russiskum fólkum, hevur Rusland nú sett tiltøk í verk móti níggju íslendingum, 16 norðmonnum, trimum grønlendarum og trimum føroyingum.
Hesi verða noktað at ferðast inn í russiskt øki, stendur á heimasiðuni.
Fleiri tinglimir, stjórnarlimir og umboð fyri vinnulívið og akademiska øki, miðlafólk, eins og almenn fólk annars, sum alment marknaðarføra anti-russiskan retorikk og luttaka í at gera og seta í verk tiltøk ímóti Russlandi, eru nú á russiska svartalistanum, sigur russiska uttanríkisráðið á heimasíðuni.
Óvist hvønn tiltøkini raka
Tað er óvist, hvør tað er, ið tiltøkini raka, og sum skilst, fær man tað heldur ikki at vita, fyrr enn man søkir um innfarðarloyvi til Russlands.
Føroyska uttanríkisráðið veit ikki meira at siga um støðuna júst nú.