- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja urgan í Hoyvík vígd sunnudagin
Nýggja urgan í Hoyvík vígd sunnudagin
Bergtórur Bjarkhamar, prestur, prædikar, og organistarnir við kirkjuna, Albert Pætursson, Anita Ellendersen og Ólavur Jøkladal, spæla
28.04.2022 - 14:29
Sunnudagin kl. 11 verður nýggja urgan í Hoyvikar kirkju vígd.
Bergtórur Bjarkhamar, prestur, prædikar, og organistarnir við kirkjuna, Albert Pætursson, Anita Ellendersen og Ólavur Jøkladal, spæla.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at víga orglið, og Gudmund Mortensen, sum hevur verið vegleiðari í samband við orglubyggingina, fer at greiða frá nýggja orglinum og spæla eitt orgulstykki, skrivar Hoyvíkar kirkja.
Tiltøk við tónleiki verða eisini um sunnukvøldið og aftur mikukvøldið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV