- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helvtin ætlar at leggja um til grøna orku
Kríggið í Ukraina hevur sum kunnugt havt ein methøgan oljuprís við sær, og tað er vorðið dýrari hjá føroysku húsarhaldunum at hita húsini við olju.
Alt eftir, hvussu oljuprísurin fer at laga seg frameftir, kunnu oljuútreiðslurnar økjast við fleiri túsund krónum um árið.
Ein nýggj kanning hjá BankNordik vísir, at umleið 50 prosent av føroyingum ætla at gera orkusparandi umvælingar á bústaðin, sum til dømis at bjálva og skifta orkuskipan ella vindeygu.
Ein forðing er tó, at íløgan í nýggja orkuskipan kann vera dýr.
Sambært Árna Ellefsen, forstjóra, sær bankin seg hava ein týðandi leiklut í skiftinum til grøna orku, og vil leggja stóran dent á at gera tað lætt hjá viðskiftafólki at velja burðardyggar loysnir.