Samráðast aftur í næstu viku

Samráðast aftur í næstu viku
Semingsstovnurin er ikki uppi í samráðingunum millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið
Jan Højgaard er formaður í Fiskimannafelagnum.
 
27.04.2022 - 08:18

Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hittast fyrst í komandi viku í eini roynd at fáa semju um nýggjan sáttmála. 

Tað sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, í stuttari viðmerking við útvarpið.  

Leygardagin legði Semingsstovnurin semingsuppskot fyri Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið, um at leingja sáttmálarnar óbroyttar í eitt ár, til 1.apríl 2023, og tað var góðtikið. 

Semingsstovnurin er ikki uppi í samráðingunum millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109