Íslendski forsetin til Føroya

Íslendski forsetin til Føroya
Guðni Thorlacius Jóhannesson fer at halda almennan fyrilestur um nationalismu, og hvat smáu tjóðirnar í Norðuratlantshavi kunnu læra av tí
Guðni Thorlacius Jóhannesson, íslendskur forseti.
 
27.04.2022 - 16:06

Mánadagin 2. mai kemur íslendski forsetin, Guðni Thorlacius Jóhannesson, á vitjan í Føroyum, og hann fer at halda ein almennan fyrilestur í Kongshøll um nationalismu í byltingartíð, og hvat vit smáu tjóðir í Norðuratlantshavi kunnu læra í hesum sambandi. 

Guðni hevur skrivað nógvar greinar og bøkur um nútímans íslendska søgu. Millum annað um toskakríggini, forsetaembætið í Íslandi, fyrrverandi forsætisráðharran, Gunnar Thoroddsen, njósning í Íslandi, fyrrverandi forsetan, Kristján Eldjarn, og eina bók um bankaskrædlið í Íslandi í 2008.

Áðrenn Guðni Thorlacius Jóhannesson tók við sum forseti í 2016, var hann professari í søgu á lærda háskúlanum í Íslandi, umframt at hann hevur undirvíst á lærda háskúlanum í Reykjavík, Bifröst og á lærda háskúlanum í London. Nøkur ár arbeiddi hann eisini parttíð fyri íslendska ríkisútvarpið, RÚV, sum tíðindamaður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109