- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey manningarfeløg hava longt sáttmálarnar við Reiðarafelagið
Tvey manningarfeløg hava longt sáttmálarnar við Reiðarafelagið
Sáttmálarnir vera óbroyttir til 1. apríl næsta ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
26.04.2022 - 15:02
Sáttmálin millum Reiðarafelagið, Skipara- og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið eru til 1. apríl 2023.
Leygardagin legði Semingsstovnurin fram semingsuppskot um at leingja sáttmálarnar, og tað góðtóku allir tríggir partar.
Samráðingarnar hava verið drúgvar, og langt hevur verið millum partarnar.
Semingsstovnurin var boðsendur, men avgjørdi at gevast við semingsroyndini fyribils.
Leygardagin legði Semingsstovnurin semingsuppskot fyri partarnar um at leingja leingja sáttmálarnar óbroyttar í eitt ár, til 1. apríl 2023, og tað var góðtikið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV