- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættarnevndin spyr um náttúruverndarlógina
Rættarnevndin hjá løgtinginum vil hava meira at vita frá Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni, um náttúruverndarlógina, sum nevndin viðger í løtuni.
Hon hevur tí sent landsstýrismanninum 11 spurningar um lógaruppskotið.
Rættarnevndin spyr millum annað, um uppskotið umfatar ferðavinnu og spurningin um gongd í haga.
Hon spyr, tí í lógaruppskotinum eru tikin fyrilit viðvíkjandi mentanarligum ella upplivingarligum virðum.
Epli, kál og gularøtur
Rættarnevndin spyr eisini, hví pengar kunnu krevjast frá fólki uttan rættarúrskurð.
Og nevndin spyr, um lógin fer at ávirka møguleikarnar hjá eigarum og festarum at velta epli, kál, gularøtur og annað til egna nýtslu ella til vinnuliga nýtslu, og um eigarin tá skal hava loyvi til slíkt virksemi.
Og haraftrat, um lógin fer at avmarka verandi brúk av uttangarðsjørð, serliga møguleikan at taka fugl og skjóta haru, brúka áir og vøtn og onnur lunnindi, sum jørðin hevur.