- Tíðindi, mentan og ítróttur
Høvdu venjing við næmingum á Vinnuháskúlanum
Høvdu venjing við næmingum á Vinnuháskúlanum
Næmingarnir vandu m.a. at neyðflyta skadd fólk
26.04.2022 - 08:56
Í gjár høvdu næmingar í Vinnuháskúlanum, manningin á Brimli og manningin á bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways venjing umborð á Brimli.
Næmingarnir komu umborð á Brimil fyrrapart, har teir fingu kunning um og upplæring í sjúkraviðgerð á skipi.
Eisini vandu næmingarnir at neyðflyta skadd fólk.
Seinnapart var venjing við tyrluni.
Bjargarar komu av tyrluni á Brimil. Teir greiddu frá, hvussu berast skal at, tá fólk vera flutt av skipi við tyrlu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV