Fleiri gistingar í ár

Fleiri gistingar í ár
11.800 gistingar vóru í mars, 23 prosent fleiri enn í mars í fjør
Hotel Djurhuus í Havn. Gistingarhúsini hava betri dagar nú enn í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.04.2022 - 10:19

Gistingarhúsini hava betri dagar nú enn í fjør.

11.800 gistingar vóru í mars, 23 prosent fleiri enn í mars í fjør.

Góð 39 prosent av kømrunum í gistingarhúsunum vóru brúkt í mars. Talið í mars í fjør var 29 prosent.

Gistinæturnar vóru góðar 2.200 fleiri samanborið við mars í 2021. 

Gistinætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista í gistingarhúsum.

 

Flestu gistu í Havn

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum, tær vóru 95 prosent í mars.

Føroyingar áttu góð 39 prosent av gistináttunum í gistingarhúsunum í mars.

23 prosent færri føroyingar gistu í mars í ár enn í mars í fjør.

Tvífalt fleiri danir gistu í ár og 62 prosent fleiri fólk úr øðrum londum enn úr Danmark.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109