- Tíðindi, mentan og ítróttur
12 menn vilja vera stjóri í Akstovuni
12 menn vilja vera stjóri í Akstovuni
Jákup Jacobsen, sum hevur verið stjóri í 25 ár, gevst í heyst
26.04.2022 - 12:15
12 umsøkjarar eru til starvið sum stjóri í Akstovuni, allir umsøkjarar eru føroyingar og menn.
Verandi stjórin, Jákup Jacobsen, hevur søkt um at verða loystur úr starvi í heyst, tá hann fyllir 67 ár.
Tá hevur hann verið stjóri í Akstovuni í 25 ár.
Tey, sum søktu, skuldu hava viðkomandi útbúgving í løgfrøði, verkfrøði, búskapi ella sum løgreglufólk til dømis.
Tey skulu eisini hava viðkomandi fakligar royndir og áhuga fyri ferðsluviðurskiftum, leiðsluroyndir og/ella leiðsluútbúgving, góð samstarvsevni og mennandi leiðslustíl og góðar samskiftisførleikar í skrift og talu.
23 fólk arbeiða í Akstovuni, sum er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV