Fýra mans handtiknir

Fýra mans handtiknir
Fýra mans um 20 ára aldur eru nú handtiknir og skuldsettir fyri sunnunáttina at hava framt harðskap móti einum 77 ára gomlum manni í miðbýnum í Havn
 
25.04.2022 - 12:47

Tað var klokkan 2:30 sunnunáttina, at ein 77 ára gamal maður var álopin á horninum Sverrisgøtu og Tórsgøtu, beint við handilin hjá Kissa.

Maðurin var sligin og skumpaður so harðliga um koll, at hann smekkaði nakkan í asfaltið. Løgreglan hevur leitað eftir vitnum til hendingina, og tað hevur givið úrslit, tí fólk hava vent sær til løgregluna. Og í kjalarvørrinum á tí eru fýra ungir mans tiknir og skuldsettir fyri harðskapin, skrivar in.fo. 

Frá løgregluni verður sagt, at tá kanningarnar eru komnar longri fram á leið, verður greitt, hvussu nógvir av teimum handtiknu monnunum verða ákærdir, og um skuldsetingin móti onkrum av teimum verður tikin aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109