Atli Dam skal hava nýggja gøtu í Hoyvík kallaða upp eftir sær

Atli Dam skal hava nýggja gøtu í Hoyvík kallaða upp eftir sær
Tróndur Sigurdsson, formaður í byggi-og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu, heldur eisini, at ein nýggj gøta eigur at vera uppkallað eftir Atla Dam
 
24.04.2022 - 15:05


Í fyrstu útstykkingini við Løgmannabreyt vóru fýra gøtur, ið eru uppkallaðar eftir fýra farnum løgmonnum. Seinni eru aðrir løgmenn frá eldri tíð kallaðir upp. 

Atli Dam er tann sætti løgmaðurin, sum er deyður, og hann hevur eisini fingið sína gøtu, men meðan hundraðtals fólk búgva í gøtunum, sum eru nevndar eftir teimum fyrstu fimm løgmonnunum, býr eingin í Atlagøtu. Og har fer ongantíð nakar at búgva, tí talan er um ein sambindingarveg millum Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt. Hesum hava fólk fleiri ferðir funnist at. 

Ongin gøta er at uppkalla í løtuni

Tróndur Sigurdsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu, heldur eisini, at ein nýggj gøta eigur at vera uppkallað eftir Atla Dam. Tað er bara eingin nýggj gøta gjørd í Hoyvík enn.

Hann heldur ikki, at tað ber til at skifta nøvn á verandi gøtum, men at onkur nýggj gøta skal fáa navnið Atlagøta, skrivar In.fo.

Atli Dam var løgmaður í fimm ymsum samgongum í tilsamans 16 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109