- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantic Airways 10 milliónir í halli
Í 2021 flugu 201.000 ferðandi á rutunetinum hjá Atlantic Airways, ið eru 52.000 fleiri ferðafólk enn í 2020.
Atlantic Airways fer at flúgva til níggju ymisk ferðamál í summar. Sambært Niels Mortensen, nevndarformanni, er áhugin hjá føroyingum og útlendingum at ferðast aftur vaksandi. Atlantic Airways hevur tí góðar vónir fyri hettar árið, hóast óvissur í sambandi við kriggið í Ukraina, hækkandi prísir á brennievni og koronufarsóttin kunnu ávirka gongdina.
- Vit vænta tó, at ávirkanin frá heimsfarsóttini av álvara fer at minka út á árið, og at ferðafólkatalið frá øðrum ársfjórðingi í 2022 og frameftir verður á hædd við 2019, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður, í tíðindaskrivi.
Mynd: Bjarni/KVF