Ragnar Jacobsen er nýggjur formaður í Grindamannafelagnum

Ragnar Jacobsen er nýggjur formaður í Grindamannafelagnum
Grindamannafelagið hevur fingið nýggja nevnd
Ragnar Jacobsen úr Miðvági, formaður, Tóri Simonsen úr Hvannasundi, næstformaður og peningarøkil, og Esmar Joensen av Hvítanesi, skrivari.
 
20.04.2022 - 15:20

Grindamannafelagið hevði aðalfundinum 2. apríl, og har nýggj nevnd varð vald.

Ólavur Sjúrðaberg, sum hevur verið formaður í Grindamannafelagnum í fleiri ár, boðaði undan aðalfundinum frá, at hann tók ikki við afturvali.

Úrslitið gjørdist, at Ragnar Jacobsen er nýggjur formaður í Grindamannafelagnum. 

 

Í nevndini eru:

Ragnar Jacobsen úr Miðvági, formaður.

Tóri Simonsen úr Hvannasundi, næstformaður og peningarøkil

Esmar Joensen av Hvítanesi, skrivari.

Tiltakslimir eru Bjartur Tórhalsson úr Vestmanna, Gutti Guttesen úr Bø og Regin Jespersen úr Havn.

 

Fleiri gjaldandi limir

Nevndin hevur sett sær fyri at fáa fleiri gjaldandi limir í felagið, og á nýggju heimasíðuni hjá felagnum, gmf.fo, ber til at skráseta seg.

Felagið heitir á allar limir - eisini gamlar, um at skráseta seg av nýggjum á heimasíðuni.

Felagið hevur eisini sett sær sum mál at fáa fleiri ung við, tá ið grind er, og kunnandi tilfari til ung um, hvussu farast skal fram, tá ið grind verður hildin til, er tøkt á heimasíðuni gmf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109