Lívdin karmur um felagsgudstænastu hjá kirkjum og samkomum í Suðurstreymoy

Lívdin karmur um felagsgudstænastu hjá kirkjum og samkomum í Suðurstreymoy
Innsavnað verður til neyðstødd í Ukraina, tá tað í kvøld verður skipað fyri felagsgudstænastu hjá kirkjum og samkomum í Suðurstroymoy. Hetta er 16. ferðin
Lívdin verður í kvøld karmur um felagsgudstænastu
Mynd: Savnsmynd  
 
19.04.2022 - 11:55

Í kvøld kl.19.30 verður árliga felagsgudstænastan hjá kirkjum og samkomum í Suðurstreymoy.

Hetta er 16. árið at skipað verður fyri hesi gudstænastu, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni

Í ár verður gudstænastan í Lívdini í Hoyvík. Umframt Lívdina eru hesar kirkjur og samkomur umboðaðar: Katólska kirkjan, Fólkakirkjan, Adventkirkjan, City Church, Filadelfia, Frelsunarherurin, Oasan og Immanuel.

Kirkjurnar og samkomurnar eru felags um skránna við sangi og tónleiki, upplestri og talu.

Innsavnað verður til neyðstødd í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109