Fyrsti háskúlaleiðarin í Nesvík

Fyrsti háskúlaleiðarin í Nesvík
Tummas Kannuberg úr Leirvík er settur sum leiðari
Tummas Kannuberg.
Mynd: Nesvík  
 
15.04.2022 - 10:41

Háskúlin í Nesvík hevur fingið sín fyrsta leiðara, skrivar heimasíðan hjá Nesvík.

Hann eitur Tummas Kannuberg og er úr Leirvík.

Tummas Kannuberg gjørdist cand. theol. í januar 2021 í Keypmannahavn og fór síðani á pastoralseminarium og fekk endaligt prógv í summar. 

Frá august í fjør til og við mars í ár var hann námslektari í kristnikunnleika og átrúnaði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Háskúlin í Nesvík fer eftir ætlan at taka fyrstu næmingarnar í august.

Háskúlaskeiðið er fimm mánaðir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109