Forsetavalið í Fraklandi: Alt kann enn henda

Forsetavalið í Fraklandi: Alt kann enn henda
"Alt kann framvegis henda, men tað er Marine Le Pen, sum hevur meira vind í seglunum í løtuni," sigur Frederikke Ingemann, korrespondentur hjá danska TV2 í Fraklandi
Le Pen og Macron í breinharðari kapping um forsetaembætið í Fraklandi
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
13.04.2022 - 16:04

Úrslitið av fyrra valinum sunnudagin var, at sitandi forsetin Emmanuel Macron og leiðarin fyri høgra-nationalistiska flokkin Marine Le Pen komu víðari til annað umfarð, tá ongin teirra megnaði at fáa meir enn 50 prosent av atkvøðunum.

Macron fekk góð 28 prosent av atkvøðunum, meðan Le Pen góð 23 prosent.

Valevnið á vinstraveingin, Jean-Philippe Mélenchon, gjørdist júst ov stuttur og endaði á triða plássið við gott 22 prosentum.

- Alt kann framvegis henda, men tað er Marine Le Pen, sum hevur meira vind í seglunum í løtuni, sigur Frederikke Ingemann, korrespondentur hjá danska TV2 í Fraklandi, um franska forsetavalið.

- Stóra uppgávan hjá Macron er nú at sannføra tey, sum atkvøddu fyri valevninum á vinstravonginum, Mélenchon, at atkvøða fyri sær, heldur hon.

Ingemann_1

Sum aðrastaðni kring heimin er inflatiónin hækkandi í Fraklandi, og avleiðingarnar av tí fylla nógv í valdystinum, sigur Frederikke Ingemann, korrespondentur hjá danska TV2.

Ingemann_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095