600 fleiri menn enn kvinnur eru løntakarar

600 fleiri menn enn kvinnur eru løntakarar
27.764 løntakarar eru í Føroyum, men tað er eitt vet færri enn fyri einum ári síðani
600 fleiri menn enn kvinnur eru løntakara í Føroyum. Tað búgva eisini 2000 fleiri menn enn kvinnur í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.04.2022 - 08:12

Í mars vóru 27.764 løntakarar í Føroyum, nakað meira enn í februar, tá teir vóru 27.183.

Okkurt um 600 fleiri menn enn kvinnur eru løntakarar.

Við til ta søguna hoyrir eisini, at tað búgva 2000 fleiri menn enn kvinnur í Føroyum. 

6,3 prosent av løntakarunum eru fólk úr øðrum londum enn teimum trimum londunum í ríkisfelagsskapinum.

Flestu løntakarar vóru í desember í fjør, tá teir vóru 28.070, vísa tølini hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109