Fólkatalið er minkað í sjey kommunum

Fólkatalið er minkað í sjey kommunum
Í prosentum er størsta minkingin í Sands kommunu, 6,9 prosent, 38 fólk
Áhugin at búgva í Sands bygd er nógv minkaður seinasta árið
Mynd: Savnsmynd  
 
12.04.2022 - 09:04

Hóast fólkatalið í Føroyum er vaksið, minkaði fólkatalið í sjey kommunum frá mars í fjør til mars í ár.

Í prosentum er størsta minkingin í Sands kommunu, 6,9 prosent, 38 fólk.

Størsti vøksturin er í Nes kommunu, 4,6 prosent, 64 fólk.

2.000 fleiri menn

Tað eru framvegis 2.000 fleiri menn enn kvinnur í Føroyum, 27.894 menn og 25.898 kvinnur tann 1.mars.

Men kvinnurnar liva longri enn menninir.

Í aldursbólkinum 95 til 99 ár vóru 19 menn og 82 kvinnur tann 1.januar.

Seks kvinnur vóru 100 ár ella eldri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109