- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilhelm Johannesen farin
Vilhelm Johannesen umboðaði Javnaðarflokkin sum løgtingsmaður og landsstýrismaður. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1980 og røkti tann sessin fram til 2008.
Tvær ferðir vóru boð eftir honum í landsstýrinum. Fyrst frá 1979-81 og so aftur frá 1985-89.
Umframt at vera virkin í landspolitikki sat Vilhelm Johannesen eisini í Klaksvíkar býráði frá 1975 til 1984.
Umframt at vera politikari starvaðist Vilhelm Johannesen eisini sum úttbúgvingarleiðari í postverkinum og var ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum frá 1972 til 1979.
Hann røkti eisini onnur álitisstørv og var m.a. formaður í stýrinum fyri Norðoya Røktarheim 1984-85, formaður í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús 1991-1993 og formaður í Føroya Kommunufelag frá 1977 til 1979.
Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin Vilhelm Johannesen andaðist pálmasunnudag, 79 ára gamal.