- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri forskúlar á veg
Hetta skúlaárið eru níggju forskúlar í Føroyum, og fleiri eru á veg, skrivar Skúlablaðið.
Í nógvum kommunum verður spurningurin umrøddur.
Onkrir skúlar hava avgjørt at byrja forskúla í 2023. Men í nøkrum kommunnum er ikki ætlanin at hava forskúla, skrivar Skúlablaðið.
Hetta eru Nes kommuna og Sjóvar kommuna. Á Viðareiði eru ikki ætlanir um forskúla, skrivar Skúlablaðið.
244 børn
Í skúlanum á Giljanesi hava tey sett eina skipan í verk, sum minnir um skipanina á Toftum.
Leiðslan í skúlanum vildi hava forskúla, men í skúlastýrinum eru tey ikki á einum máli um, hvørt tað er rætt at seta forskúla á stovn, sigur Annbritt Toftegaard, skúlastjóri, við Skúlablaðið.
Í hesum skúlaárinum eru 244 børn í forskúla í Føroyum.