- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Starvsfólkatørvurin á vælferðarøkinum
Breddin: Starvsfólkatørvurin á vælferðarøkinum
Ein arbeiðsbólkur hevur latið politikarunum 27 uppskot um loysnir, sum kunnu bøta stóra tørvin
07.04.2022 - 09:39
"Starvsfólkatørvur á vælferðarøkinum - avbjóðingar og uppskot til loysnir."
Tað er heitið á frágreiðingini, sum landsstýrið fekk handað seinnapartin í gjár.
Talan er um eitt hugskotskatalog. Har eru 27 uppskot um loysnir, sum kunnu bøta um stóra tørvin á starvsfólki til okkara vælferðarøki.
Á Breddanum í dag seta vit sjóneykuna á hesi uppskot. Hvat verður skotið upp at gera?
Vit tosa við tey trý landsstýrisfólkini, sum hvør í sínum lagi skulu lofta uppskotunum.
Og síðst í sendingini venda vit uppskotunum í breiðum kjaki millum fakfeløg, stjóran í Almannaverkinum og formannin fyri eitt av eldrasamstørvunum.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV