Átta milliónir kr. til havgransking

Átta milliónir kr. til havgransking
Umsóknarfreistin er 25. august
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, arbeiddi fyri at fáa játtan á donsku fíggjarlógina til havgransking.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.04.2022 - 16:20

7,8 mió. kr. eru nú leysar at søkja til havgransking í Norðuratlantshavi.

Í fyrraárið játtaði danska stjórnin 25,5 mió. kr. til havgransking á fíggjarlógini. Játtanin fór til til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi. 

Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, arbeiddi fyri at fáa játtanina, skrivar Sambandsflokkurin á Fólkatingi í tíðindaskrivi.

 

Ph.d-verkætlanir

Í 2021 vóru 16 mió. kr. leysar at søkja úr puljuni, og 14 mió. kr. vórðu játtaðar til tvær ph.d.-verkætlanir og tvær post.doc-verkætlanir við luttakarum frá stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark umframt Noregi og Skotlandi.

Nú er aftur leyst at søkja um stuðul úr Granskingarráðnum, sum umsitur játtanina. 7,8 mió. kr eru leysar at søkja, og stuðul verður væntandi latin 2 ella 3 verkætlanum.

Umsóknarfreistin er 25. august.  

Meira kann lesast um treytir og annað her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109