14.000 tinglýsingar í fjør

14.000 tinglýsingar í fjør
Fastognarskjøl eru nógv tey flestu. Tey vóru trý prosent fleiri enn í 2020
Flestu tinglýsingarnar í fjør vóru av skjølum um fastogn. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
07.04.2022 - 14:14

Fleiri skjøl vóru tinglýst í fjør enn árið fyri, men talan er kortini bara um seks prosent. 

14.000 tinglýsingarskjøl vóru í fjør.

Fastognarskjøl eru nógv tey flestu. Tey vóru trý prosent fleiri enn í 2020.

Men í fjør vóru tinglisin 16 prosent fleiri skjøl um akfør og 11 prosent fleiri um leysafæ, skrivar Hagstovan. 

Fyri fíggjarkreppuna øktust tinglýsingarnar støðugt til tað mesta, sum var í 2008. Tá vóru skjølini 22.000. 

Men so kom kreppan, og talið fór niður í 9.500 í 2012, og so fór at ganga upp eftir aftur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109