KJ smíðar tvíkilju til Íslands

KJ smíðar tvíkilju til Íslands
Hetta er triðja tvíkiljan, sum KJ skal lata fyritøkuni Arnarlax
Tvíkiljan verður 15 metrar long og 8,5 metrar breið.
 
06.04.2022 - 14:05

Fyritøkan KJ hevur í dag skrivað undir sáttmála við íslendsku fyritøkuna Arnarlax um at byggja eina tvíkilju. Tvíkiljan verður 15 metrar long og 8,5 metrar breið.

Hetta verður triðja tvíkiljan, sum Arnarlax fær frá KJ. Hinar eru Eygló, bygd í 2012, og Jónleyg, bygd í 2007.

Hetta er harafturat triði nýbygningur, ið verður bygdur til Vestfirðirnar í Íslandi seinastu tvey árini. Fyri stuttum gjørdi KJ sáttmála við íslendska felagið Háafell, um at byggja nýggja tvíkilju, sum verður latin í heyst, og í januar í fjør varð Tannanes veittur til Arctic Fish.

Umframt tvíkiljurnar til Íslands, ger KJ eisini aliringar á Ísafjørðinum til Háafell, og seinni í ár fer KJ undir at gera aliringar, ið eru 200 metrar í ummáli, til Eysturlandið í Íslandi, skrivar KJ í tíðindaskrivi.

 

Bjørn Hembre, stjóri í Arnarlax, og Ólavur A. Olsen, stjóri í KJ, skrivaðu undir sáttmálan í morgun. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109