- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost leitar enn eftir farmaflogfari
Bakkafrost hevur ikki enn funnið nakað flogfar at røkja farmaflutningin til amerikanska marknaðin.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sigur, at tað hevur verið sera trupult at finna rætta flogfarið, tí marknaðurin fyri farmaflogfør hevur verið rættiliga upphitaður undir koronufarsóttini.
Og tað er heldur ikki líkamikið, hvat slag av flogfari tað skal vera.
Leitað verður eftir einum Boeing 757 farmaflutningflogfari.
Regin Jacobsen sigur, at júst hetta slagið verður nógv brúkt til endamálið, millum annað av íslendingum. Fleiri flogfør eru umbygd til endamálið, og hann sigur, at tey hava eyguni eftir einum tílíkum í løtuni. Bakkafrost væntar, at tað fer at eydnast um ikki so langa tíð.