- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samskipari settur á Javnstøðuskrivstovuni
Nýggjur samskipari er nú settur á Javnstøðuskrivstovuni í Almannamálaráðnum.
Tað er Brandur Mortensen Nolsøe, ið er 31 ára gamal og útbúgvin sosiologur frá lærda háskúlanum í Lund.
Javnstøðuskrivstovan er staðsett í Almannamálaráðum, sum varðar av lógini um javnstøðu millum kvinnur og menn, og hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn.
Samskiparin er skrivari hjá Javnstøðunevndini og Demokratia. Arbeiðsøkið er millum annað at fyrireika mál til Javnstøðunevndina og Demokratia, miðla og varpa ljós á javnstøðumál og at skriva frágreiðingar.
Vald eftir hvørt val
Javnstøðunevndin verður vald eftir hvørt løgtingsval og skal hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin. Javnstøðunevndin skal harafturat ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum, og skal eisini gera tilmæli í javnstøðumálum.
Nevndin fyri Demokratia, sum hevur til endamáls at virka fyri kvinnuligari luttøku og umboðan í politikki, verður eisini vald beint eftir løgtingsval.
Brandur Mortensen Nolsøe byrjar í starvinum 2. mai.