Hava vent stórum halli til lítið avlop

Hava vent stórum halli til lítið avlop
Atlantic Petroleum hevur aðalfund 29.apríl
Mynd: Savnsmynd  
 
01.04.2022 - 09:04

Atlantic Petroleum hevði yvirskot í fjør. Vinningurin var 3,1 millión krónur eftir skatt.

Í 2020 hevði Atlantic Petroleum 112,6 mió. kr. í halli.

Atlantic Petroleum hevði trupulleikar við Orlando-brunninum í fjør.

Men í triðja ársfjóðingi í ár ætlar Tailwind Energy, sum stendur fyri Orlando, at fáa gongd á aftur.

Lukkast tað, koma 4.000 til 5.000 tunnur av olju um dagin úr brunninum.

Atlantic Petroleum hevur aðalfund 29.apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109