Fiskivinnuavtalan skal dagførast

Fiskivinnuavtalan skal dagførast
Løgmaður hevur verið á almennari vitjan í Grønlandi, og í summar kemur grønlendski landsstýrisformaðurin til Føroya á vitjan
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Múte B. Egede, landsstýrisformaður, á tíðindafundi í Nuuk í gjár.
Mynd: Sermitsiaq  
 
01.04.2022 - 08:35

Fiskivinnuavtalan millum Føroyar og Grønland skal dagførast. Hon er frá 1997.

Men enn er ikki avgjørt, hvussu hon skal broyast.

Fiskivinnuavtalan var á skránni hjá Múte B. Egede, landsstýrisformanni, og Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, sum hittust í Grønlandi nú í vikuni.

Almenna vitjanin hjá løgmanni í Grønlandi endaði í gjár. 

Múte B. Egede segði á tíðindafundi í gjár, at almenna fyrisitingin í Grønlandi kann gerast einfaldari og effektivari eftir føroyskari fyrimynd. 

Grønland og Føroyar eru ikki samd um, hvussu friðurin í Norðuratlantshavi skal varðveitast. Føroyar vilja hava eftirlit við radara, men Grønland ivast enn.

 

Hittast aftur í summar

Múte B. Egede og Bárður á Steig Nielsen hittast aftur í Føroyum í juni. Ríkisfundur verður 9.juni. 

Múte B. Egede kemur tá eisini á almenna vitjan í Føroyum.

Semjusøkjandi tíðir eru í ríkisfelagsskapinum, og okkara viðurskifti við Grønland eru góð, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Hann er sannførdur um, at Føroyar og Grønland fara at samstarva enn meira í framtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109