BankNordik: Opið kríggj var millum táverandi nevnd og leiðslu

BankNordik: Opið kríggj var millum táverandi nevnd og leiðslu
Dimmalætting skrivar, at stjórin í bankanum í roynd og veru segði seg úr starvi, men tók brádliga uppsøgnina aftur, tá nevndin var umskipað
Øll nevndin í BankNordik var skift út á seinasta aðalfundi.
 
01.04.2022 - 13:53

Høvuðsorsøkin til, at øll nevndin í BankNordik var skift út á seinasta aðalfundi, var ivaleyst, at tað innanhýsis var opið kríggj millum táverandi nevnd og leiðslu.

Tað skrivar Dimmalætting, sum sigur seg byggja upplýsingarnar á eina alítandi keldu. 

Blaðið skrivar, at tað var eitt innanhýsis stríð millum nevndarlimir um ein nú fyrrverandi nevndarformann, ið segði ósatt fyri almenninginum, og stjóran, sum í roynd og veru segði seg úr starvi, men sum eftir formansrumblið seinasta heyst, brádliga tók uppsøgnina aftur. 

Allir nevndarlimirnir skiftir

Eftir øllum at døma hava teir stóru partaeigararnir verið so ónøgdir við stríðið í nevndini, at teir á aðalfundinum í síðstu viku valdu at skifta alla nevndina út. Tað er rættiliga óvanligt, tó at hetta eisini hendi fyri nøkrum árum síðani.

Tað nýggja er, at nú eru tað bara føroyingar, sum manna nevndina. Forkvinna er Birita Sandberg Samuelsen, advokatur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109