Ventilasjónsskipan størri týdning enn sendarar

Ventilasjónsskipan størri týdning enn sendarar
Eingin ventilasjónsskipan er í Viðareiðistunlinum, og Landsverk metir, at hon hevur størri týdning fyri trygdina í tunlinum
Landsberk mælir til at seta ventilasjónsskipan upp í Viðareiðistunlinum. Hon verður mett at kosta fimm milliónir kr.
Mynd: Landsverk  
 
30.03.2022 - 10:27

Landsverk heldur tað vera meira umráðandi at seta ventilasjónsskipan upp í Viðareiðistunlinum enn útvarpssendarar.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann, sum spurdi um sendarar í Viðareiðistunlinum.

Eingin ventilasjónsskipan er í tunlinum, og Landsverk metir, at hon hevur størri týdning fyri trygdina í tunlinum. Ein leyslig meting er, at nýggj ventilasjónsskipan kostar fimm milliónir kr.

 

Eingin ætlan í løtuni

At seta útvarpssendarar upp, verður mett at kosta 750.000 kr. Tá hoyrast útvarpsrásir, og møguleikar eru eisini hjá løgreglu og tilbúgvingareindum at samskifta í tunlinum í sambandi við óhapp.

Eingin ætlan er at seta sendarar upp í Viðareiðistunlinum í løtuni, men málið verður umrøtt við Landsverk, stendur í svarinum frá Una Rasmussen.

 

Varða av 19 tunlum

Landsverk varðar av 19 tunlum. Haraftrat standa tríggir í gerð, og farið verður undir ein tunnil í næstum. 

Seks tunlar hava sendarar, og seks hava ventilasjónsskipan.

Í samferðsluætlanini frá 2018 til 2030 verður mælt til, at fleiri tunlar verða nútíðargjørdir, og at játtanin verður hækkað til endamálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109