Ráðstevna um politikk í Norðuratlantshavi

Ráðstevna um politikk í Norðuratlantshavi
Diplomatar og altjóða serfrøðingar úr Norðurlondum og Bretlandi hava framløgu og kjakast um trygdarpolitisku og uttanríkispolitisku avbjóðingarnar
Ráðstevnan verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum í Havn.
 
30.03.2022 - 08:31

Hósdagin í næstu viku skipar Fróðskaparsetrið saman við danska verjuakademinum og danska uttanríkisráðnum fyri ráðstevnuni við spurninginum "Friður í okkara tíð?"

Ráðstevnan verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, og er um trygd og altjóða politikk í Norðuratlantshavi og Arktis nú og í framtíðini.

Spurt verður millum annað, hvørjar avleiðingarnar eru av øktum hernaðarligum virksemi í Norðuratlantshavi og Arktis. Og hvussu kríggið í Ukreina ávirkar arktiska økið?

Diplomatar og altjóða serfrøðingar úr Norðurlondum og Bretlandi hava framløgu og kjakast um trygdarpolitisku og uttanríkispolitisku avbjóðingarnar, sum eyðkenna Norðuratlantshavið og Arktis.

Umboð úr Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Danmark, Finlandi og Bretlandi vera á ráðstevnuni, sum verður á enskum máli.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109