Stór framstig í friðarsamráðingunum

Stór framstig í friðarsamráðingunum
Turkiski uttanríkisráðharrin letur væl at samráðingunum millum Ukraina og Russland
Framstig eru gjørd í samráðingunum mlllum Russland og Ukraina í Turkalandi í dag, sigur turkiski uttanríkisráðharrin
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.03.2022 - 15:25

Stór framstig vóru gjørd í samtalunum millum russisku og ukrainsku sendinevndina í Istanbul í dag.

- Samráðingarnar í dag eru tær, har størstu framstigini eru gjørd, sigur turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlut Cavusoghu, sambært Reuters.

Samráðingarnar skuldu eftir ætlan halda fram í morgin, men tað gera tær ikki, sigur turkiski uttanríkisráðharrin.

Hann sigur, at ukrainska og russiska sendinevndin hava fleiri álvarsligir trupulleikar at tosa um á komandi fundum, og at leiðararnir í báðum londunum fara at hittast eftir tað. 

Tíðindini eru tó ikki váttað alment av øðrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944