Hava einki gjørt við málið um Tindhólm og Samherja

Hava einki gjørt við málið um Tindhólm og Samherja
Taks meldaði feløgini til løgregluna í fjør, eftir at Samherji rindaði 17 mió. kr. aftur í skattaafturbering, sum Tindhólmur av órøttum hevði fingið
Samherji rindaði Taks 17 mió. kr., sum felagið av órøttum hevði fingið gjøgnum felagið Tindhólm. Taks meldaði, men siðani er einki hent.
 
29.03.2022 - 10:29

Fyrst í mai í fjør meldaði Taks feløgini Tindhólm og Samherja til løgregluna.

Hetta var gjørt í kjalavørrinum av, at varskógvarin, Jóhannes Stefansson, fyrrverandi stjóri fyri namibiska virkseminum hjá Samherja, alment greiddi frá, at føroyska felagið Tindhólmur var nýtt at rinda lønir til ávísar fiskimenn í namibiskum sjógvi, sum vóru teir manning á farmaskipi og ikki fiskiskipi. Og hetta er ólógligt, sambært bæði namibiskari og føroyskari lóggávu. 

Stutt eftir sendingarnar, sum sjónvarpið gjørdi um málið, flutti Samherji 17 milliónir krónur aftur til Taks fyri skattaafturberingina, sum Samherji gjøgnum Tindholm av órøttum hevði fingið, tí felagið gav ikki rættar lønarútreiðslur upp. Og í sama viðfangi meldaði Taks málið til løgregluna. 

Men síðani er als einki hent í málinum, váttar Michael Boolsen, fúti: 
 

1518098

 

Michael Boolsen, fúti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015