Hava savnað 8,3 mió. kr. til Ukraina

Hava savnað 8,3 mió. kr. til Ukraina
Reyði Krossur Føroya er ovfarin av undirtøkuni, sum stuðulskonsertin í gjárkvøldið fekk
Jóannes Eidesgaard er formaður í Reyða Krossi Føroya.
 
28.03.2022 - 14:55

Stuðulskonsertin til frama fyri neyðstødd í Ukraina, sum var send í sjónvarpinum í gjárkvøldið, gav tilsamans 8,3 milliónir kr.

Reyði Krossur sigur í tíðindaskrivi:

"Vit vóru tikin á bóli, at undirtøkan fyri tiltakinum var so stór, tá fleiri túsund einstaklingar, fleiri enn 400 fyritøkur, feløg, kommunur, skúlaflokkar og onnur, ið stuðlaðu innsavningini. Við hesum úrsliti fær Reyði Krossur Føroya eitt munandi betri grundarlag at skipa hjálpararbeiði, bæði í Ukraina, í grannalondunum, umframt við Flóttahjálpini her í Føroyum."

Hoyr samrøðu við Jóannes Eidesgaard, formann í Reyða Krossi, í útvarpstíðindum:

 

1518075

 

Av tí at trýstið á heimasíðuna var so stórt, bar ikki til at nevna øll hesi á lýsingarbreddanum í gjárkvøldið.

Á heimasíðuni hjá Reyða Krossi ber nú til at síggja teir stuðlar, ið ynsktu at verða nevndir, og viðkomandi upphæddir, umframt at tað ber til at síggja sendingina og samlaða úrslitið frá einstaklingum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109