- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri próvtøkur í 9. og 10. flokki
Skúlagongdin í nógvum fólkaskúlum hevur í hesum skúlaári verið merkt av koronu farsóttini. Landsstýrismaðurin i skúlamálum, Jenis av Rana, hevur tí gjørt av gera tillagingar í próvtøkunum í 9. og 10. flokki í hesum skúlaárinum.
Tillagingarnar eru, at næmingarnir hava færri skrivligar próvtøkur bæði í 9. og 10. flokki.
Eingin skrivlig próvtøka verður í enskum fyri næmingar í 9. flokki, men ársmetið í enskum telur sum próvtøkumet. Eingin skrivlig próvtøka verður í donskum fyri næmingar í 10. flokki, men ársmetið í donskum telur sum próvtøkumet.
Landsroyndirnar útsettar til í heyst
Næmingarnir í 9. og 10. flokki hava eisini eina munnliga próvtøku færri bæði í 9. og 10. flokki.
Umframt hesar tillagingar, er freistin at geva ársmet longd til 18. mai.
Landsroyndirnar verða útsettar til eftir summarsteðgin, so skúlarnir fáa møguleika at brúka restina av skúlaárinum til at gjøgnumføra kravdu undirvísingina, sum er grundarlag undir royndunum.
Landsroyndirnar verða í staðin í september.