- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit missa ein tíma í nátt
Vit missa ein tíma í nátt
Summartíðin kemur klokkan eitt í nátt
26.03.2022 - 10:41
So er summartíðin á veg.
Í nátt skal klokkan flytast ein tíma fram.
Summartíðin byrjar alment klokkan eitt, tá klokkan verður tvey.
Men fólki nýtist ikki at sita uppi til klokkan eitt,
Tey kunnu flyta klokkuna, áðrenn tey fara til songar í kvøld. Ella, tá tey vakna í morgin ári.
Í ár er summartíðin millum 27.mars og 30.oktober.
Sambært kunngerð, sum kom í januar, skal klokkan eisini flytast næsta ár.
Lógin um summartíð er frá 1980.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV