- Tíðindi, mentan og ítróttur
Asfalt til bilar í Hvannasundi
Asfalt til bilar í Hvannasundi
Tíðliga í summar verður bilplássið við bryggjuna í Hvannasundi, har Ritan leggur at, liðugt asfalterað
26.03.2022 - 14:13
Tíðliga í summar verður bilplássið við bryggjuna í Hvannasundi, har Ritan leggur at, liðugt asfalterað.
Tá liðugt er at asfaltera, verða básar merktir.
Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann, sum spurdi um asfaltering við atløgubryggjuna í Hvannasundi.
500.000 kr. eru játtaðar til arbeiðið.
Tær røkka, sigur Uni Rasmussen.
Landsverk og Hvannasunds kommuna hava avtalað, at kommunan ger og rindar ein part av fyrireikingararbeiðinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV