Suðuroyar Sparikassi 2,6 mió. kr. í avlopi í fjør

Suðuroyar Sparikassi 2,6 mió. kr. í avlopi í fjør
Úrslitið er tvær milliónir betri enn árið fyri
Suðuroyar Sparikassi væntar, at avlopið fyri skatt í ár verður 2,5 mió. kr.
 
25.03.2022 - 16:31

Suðuroyar Sparikassi hevur 2,6 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Úrslitið er tvær milliónir betri enn árið fyri.

Tað boðar Suðuroyar Sparikassi frá, eftir aðalfundin í gjár.

Solvensurin vaks úr 20,1 prosenti í 2020 upp í 22,2 prosent í fjør. 

Útlánini lækkaðu 4,5 prosent, úr 553 milliónum niður í 529 milliónir krónur. 

Men um realkredittlánini verða tikin við í samlaðu útlánini, vuksu útlánini 2,2 prosent síðsta árið.

Um útlitini fyri 2022, sigur Suðuroyar Sparikassi, at lága rentan enn leggur stórt trýst á inntøkurnar.

Sparikassin væntar, at avlopið fyri skatt verður 2,5 milliónir krónur í ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109