- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráð fyri gransking og menning mannað
Fyrsta ráðið fyri gransking, menning og nýskapan er nú sett.
Í ráðnum eru Annika H. Davidsen, Ph.D. í sálarfrøði, Eyðun Jacobsen, Ph.D. í teldufrøði, Gunnvør á Norði, Ph.D. í lívfrøði, Jan Rasmussen, Ph.D. og serlækni í hjartasjúkum, Ragnheiður Bogadóttir, Ph.D. í umhvørvismálum, Sóley H. Hammer, MA í løgfrøði og Tórheðin J. Jensen, doktari í Business Administration.
Tórheðin J. Jensen er formaður.
Landsstýrismaðurin tilnevnt ráðið
Jenis av Rana, landsstýrismaður, tilnevndi tey sjey fólkini eftir tilmæli frá einari trímannanevnd.
Uppskotini, sum trýmannanevndin viðgjørdi, komu frá fólki, stovnum og fyritøkum.
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan gevur landsstýrinum og vinnuni ráð um yvirskipaða føroyska politikkin um gransking, menning og nýskapan.
Ráðið fer til verka 31. mars.