- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt próstadømisráð valt
Nýtt próstadømisráð valt
60 kirkjuráð av 61 atkvøddu, tá val var mikudagin
25.03.2022 - 11:13
Leivur Højgaard í Saltangará, Hákun Dam í Klaksvík, Edvard í S. Joensen í Sandavági og Kathrina L. Holm í Havn eru vald í Próstadømisráðið.
Valið var mikudagin. Valskeiðið byrjar 1.apríl og varar í fýra ár.
Dómprósturin er eisini í Próstadømisráðnum. 60 kirkjuráð av 61 atkvøddu.
Vallisti 1 fekk 221 atkvøður, og vallisti 2 fekk 145 atkvøður. Leivur Højgaard fekk flestar atkvøður. Hann fekk 58.
Jógvan Ravnsfjall í stiftsstjórnina
Jógvan Ravnsfjall í Klaksvik er valdur í Føroya stiftsstjórn.
Hann fekk nógv flestar atkvøður, 158.
Vallisti 1 fekk 270 atkvøður, og vallisti 2 fekk 97 atkvøður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV