- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður á almenna vitjan í Grønlandi
Løgmaður á almenna vitjan í Grønlandi
Løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin fara m.a. at umrøða fiskiveiðusamstarv og arbeiðið í Arktiska Ráðnum
25.03.2022 - 16:38
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er á veg á almenna vitjan í Grønlandi.
Almenna vitjanin byrjar í morgin og heldur fram til hósdagin í næstu viku. Grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede er vertur fyri vitjanini.
Á fundi sínamillum skulu løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin m.a. umrøða fiskiveiðusamstarv, arbeiðið í Arktiska Ráðnum og arbeiðið í Samstarvsráðnum, har Føroyar hava formansskapin.
Eisini skal løgmaður vitja Fróðskaparsetrið í Nuuk og ymiskar fyritøkur í grønlendska høvuðsstaðnum.
Hetta er fyrsta ferðin, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er á almennari vitjan í Grønlandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV