- Tíðindi, mentan og ítróttur
Manningarfeløg samráðast hvørt sær
Manningarfeløg samráðast hvørt sær
Í morgin fer Føroya skipara- og navigatørfelagið á fund við Reiðarafelagið
24.03.2022 - 17:00
Manningarfeløgini eru nú hvørt sær farin undir samráðingar við Reiðarafelagið um nýggjan sáttmála.
Í gjár skuldi ein felagsfundur vera, har manningarfeløgini saman skuldu tosa við reiðararnar um felags ynskir. Men einki kom burtur úr tí fundinum.
Ætlanin er, at feløgini og reiðararnir skulu umrøða felags mál á einum fundi seinni.
Nú eru feløgini farin at samráðast við reiðararnar hvørt sær.
Í dag var fundur millum Reiðarafelagið og Maskinmeistarafelagið, og í morgin fer Føroya skipara- og navigatørfelag á fund við Reiðarafelagið.
Sáttmálarnir fara úr gildi um eina viku, 1. apríl.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV